23.04.2021
The Lamas hava vunnið
Í gjár var næstseinasta umfar í innandurakappingini leikt. The Lamas kundu eftir 5-2 sigurin á Team Súna staðfesta at teir hava vunni kappingina og hava higartil ongan dyst tapt. Í hinum dystinum vunnu Ongan Kjans 7-5 á Team Húsið, sum spældu sín síðsta dyst á hesum sinni.
Støðan er hendan:
- The Lamas, 19 stig, + 17 mál
- Ongan Kjans, 14 stig, +6 mál
- Blackburn Rovers, 13 stig, +10 mál
- Team Súni, 3 stig, -14 mál
- Team Húsið, 3 stig, -21 mál
Enn er kapping um 2. plássið, tí Blackburn kunnu yvirhála Ongan Kjans um teir ikki vinna á Team Súna. Komandi mikudag er spæla vit fyri seinastu ferð á hesum sinnið. Tá eru hesir dystirnir á skránni:
The Lamas vs. Blackburn Rovers
Team Súni vs. Ongan Kjans